Innanlands

Stórur áhugi fyri framtíðarætlanini fyri tey eldru í Suðuroy

Nýggj framtíðarætlan hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy týskvøldið løgd alment fram í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Í arbeiðsbólkinum vóru: Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen. (Mynd: bhs.fo)

Í arbeiðsbólkinum vóru: Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen. (Mynd: bhs.fo)

2026-04-09 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanin, BHS2035, er grundarlagið fyri menningini av Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy (BHS) fram ímóti 2035.

Á leið 140 møttu til tiltakið, og áhugin fyri nýggju ætlanini var stórur, skrivar bsh.fo.

Arni D. Brattaberg, limur í stýrinum fyri BHS, bjóðaði vælkomin, og síðan løgdu arbeiðsbólkurin og Heri Norðberg, stjóri fyri BHS, fram og greiddu frá arbeiðinum og innihaldinum í ætlanini.

Víst bleiv á, at endamálið er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum. At enda vórðu fleiri spurningar settir og svaraðir, og eisini komu fleiri viðmerkingar úr salinum.

Ætlanin inniheldur eina høvuðsvisión, virði, missión og sjey átaksøki við fjølbroyttum átøkum.

Visiónin fyri BHS2035 er henda:
- Saman skapa okur eitt virkið og innihaldsríkt eldralív, har tryggleiki, umsorgan og trivnaður ganga hond í hond.

Ætlanin er gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum áhugapørtum. 

Í arbeiðsbólkinum vóru: Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen.

Framtíðarætlanin sæst her

Stytt útgáva

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder