2019-03-08 15:13
Stórur áhugi er fyri at byggja í Tvøroyrar kommunu. Fyrst í februar skrivaði kommunan, at ein øktur áhugi var fyri at útvega sær grundstykki á Tvøroyri.
Tá vóru 11 grundstykki tøk á Heiðatrøðni á Tvøroyri, men síðani tá eru 9 umbiðin og eru tískil einans tvey eftir.
Kommunan skrivar, at Heiðatrøðin er er eitt deiligt øki, við góðum útsýni og stutt til handils, skúla og náttúru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald