
Fólk kring landið og frá fleiri ymiskum geirum hava í vikuni skipað eitt netverk, sum hevur til endamáls at samstarva um náttúruvernd í Føroyum. Umhvørvisstovan hevur tikið stig til netverkið og verður toghaldari fyrsta árið.
Umhvørvisstovan skipaði í vikuni fyri einum tiltaki á Reinsarínum um náttúruloysnir og lívmargfeldi í Føroyum. Á skránni vóru framløgur um avbjóðingar og møguleikar á økinum, og víst varð á ítøkiligar fíggingarmøguleikar gjøgnum verkætlanir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Síðani var pallborðsorðaskifti, har lokalpolitikarar úr Runavíkar, Sjóvar og Tórshavnar kommunu luttóku umframt umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), Tjóðsavnið, umsitingina í Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuna.
Umleið 65 fólk, umboðandi millum annað almennar stovnar, vinnulív og náttúrufelagsskapir, møttu til tiltakið. Endamálið var at savna fólk, sum arbeiða við náttúruvernd á landi, annaðhvørt á fyrisitingarligum ella praktiskum støði, so vitanin verður savnað, og rúm verður til vitanardeiling. Aftaná tiltakið varð netverkið stovnað, og avtalað varð, at Umhvørvisstovan verður toghaldari á arbeiðinum fyrsta árið. Síðan er ætlanin, at tað gongur uppá skift.
Tey, sum ikki vóru til tiltakið men eru áhugað í at vera partur av netverkinum, kunnu framvegis tekna seg við at skriva til [email protected] ella [email protected].
Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald