Stóri tónleikafestivalurin Coachella skuldi eftir ætlan haldast í amerikanska statinum Kalifornia í apríl, men nú er hann avlýstur vegna korona, upplýsa lokalu heilsumyndugleikarnir.
Coachella plagar at vera eitt tiltak, sum varar tvey vikuskifti á Empire Polo Club í Coachella Valley í Kalifornia. Tiltakið hevur vanliga 100.000 gestir á hvørjum ári.
Coachella festivalurin, sum er ein av størstu tónleikafestivalum í heiminum, varð eisini avlýstur í fjør av somu orsøk. Sostatt er festivalurin nú eitt av mongum tónleikatiltøkum, sum verða avlýst tvey ár á rað.
Fyriskiparar høvdu ikki kunngjørt nøkur nøvn til festivalin áðrenn avlýsingina, og enn er ikki kunngjørt, um ein roynd verður gjørd at skipa fyri tiltakinum seinni í árinum, skrivar Ritzau.
Enn er ikki greitt, hvussu verður við føroysku festivalunum í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald