Mentan

Stórur danskur rithøvundur ger nú um seg kring heimin

Bøkurnar hava fingið góð ummæli í bæði USA, Týsklandi og Stórabretlandi, og rættindini til bøkurnar hjá Tove Ditlevsen eru nú seld til fleiri enn 20 lond

Tove Ditlevsen

Tove Ditlevsen

2021-02-22 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hon hevur verið deyð síðan 1976, og er framvegis ein av kendastu rithøvundunum í Danmark, og nú er hon vorðin rættiliga væl umtókt í útlondum.

Talan er um Tove Ditlevsen, sum m.a. er kend fyri skaldsøguna "Barndommens Gade" frá 1943.

Bøkur hennara “Barndom”, “Ungdom” og “Gift”, komu í januar út í USA undir samlaða heitinum “The Copenhagen Trilogy”, og bøkurnar hava fingið góð ummæli í The New York Times.

Ein týsk umseting av bókunum kom eisini út fyrr í hesum mánaðinum, og sambært B.T. liggur bókin “Barndom” í løtuni á 17. plássi á bestseljaralistanum hjá týska miðlinum Der Spiegel.

Áhugin fyri Tove Ditlevsen úti í heimi byrjaði í 2019, tá forlagið Penguin Books gav tríverk hennara út í Stórabretlandi. Bøkurnar fingu tá eisini framúrskarandi ummæli.

Lisa Broen Rosenberg Dahm, bókmentaagentur hjá danska forlagnum Gyldendal, sigur við Berlingske, at áhugin fyri bókunum hjá Tove Ditlevsen í løtuni er sera stórur, og tað hevur hann verið, síðan bøkurnar vórðu givnar út í USA. Hon sigur, at hon fær fyrispurningar úr øllum heiminum.

Rættindini til at útgeva bøkurnar hjá Tove Ditlevsen eru nú seld til fleiri enn 20 lond, eitt nú Japan, Frakland, Italia, Finnland, og Portugal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder