2026-07-18 12:57
Stutt eftir klokkan 12 komu boð eld í Sørvági. Eldur er í einum sethúsum, og talan er um stóran eld.
Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum so sløkkilið og onnur fáa arbeitt.
Eingin fráboðan er um, at nakar skal vera inni í húsunum ella skal vera komin til skaða.
Arbeitt verður av øllum alvi við at sløkkja eldin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald