Mentan

Stórur felags sunnudagsskúli í Nesvík

Sunnudagin fær Nesvík vitjan av Sat7. Tá verða børn úr øllum landinum savnað í leguhúsinum

2019-04-26 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

28. apríl klokkan 14 verður ein sera forkunnugur familjusunnudagsskúli í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er í sambandi við, at Rita Elmounayer, komandi stjóri hjá Sat-7, vitjar í Føroyum. Hon vitjaði eisini ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 2016, tá sum leiðari fyri barnarásini Sat-7 Kids. Við henni á ferðini verður Kurt Johansen, aðalskrivari hjá Sat-7 í Europa og Asia.

Føroysk sunnudagsskúlabørn hava í fleiri ár stuðlað kristiligu sjónvarpsrásini Sat-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn í øllum Miðeystri og Norðurafrika. Flestu sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hava bússur standandi, har børn og foreldur kunnu lata eitt oyra til Sat-7, og árliga verða um 100.000 krónur sendar til Sat-7. Eisini kemur annar stuðul, og Føroya Landsstýri hevur eisini latið menningarhjálp til Sat-7.

Føroyski stuðulin fer serliga til skúlaverkætlanina hjá Sat-7. Orsakað av krígnum í Sýria eru um 5.000 skúlar stongdir, og um 13 milliónir børn fáa onga skúlagongd. Hetta hevur fingið Sat-7 at seta á stovn skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp, tí flestu børnini hava atgongd til ein sjónvarpsskíggja, eisini í flóttafólkalegum. Smærru børnini fáa frálæru í arabiskum, enskum og støddfrøði, og størri børn hava harumframt aðrar lærugreinar.

Marjan Nielsen, fyrrverandi barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini, hevur sambandið við Sat-7 um hendi, og hon stendur á odda fyri at leggja vitjanina til rættis.

– Nógv verður gjørt burturúr stóra sunnudagsskúlanum í Nesvík 28. apríl. Ein høvuðspartur av skránni er, at Rita Elmounayer greiðir børnum og vaksnum frá arbeiðnum hjá Sat-7, serliga barnarásini Sat-7 Kids. Tulkað verður sjálvandi til føroyskt. Harumframt verður nógv ymiskt á skránni. Millum annað syngur eitt stórt barnakór, sett saman av fleiri barnakórum kring Føroyar, ein turkiskan barnasang, greiðir Marjan frá. 

Eisini verður ein smátta sett upp, sum skal minna um umstøðurnar hjá børnum í flóttafólkalegum í Sýria. 

Meira kann lesast um tiltakið, sum verður nú sunnudagin, á heimasíðuni hjá Trúboðanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder