Innanlands

Stórur fíggjarligur fyrimunur at blíva valdur á Fólkating

Fólkatingsumboðini hava størri peningaupphædd at arbeiða við enn flokkarnir í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-07 18:45 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað er fíggjarliga stórur vinningur at verða valdur á Fólkating. Stuðulin til politiska upplýsing á Fólkatingi er væl størri enn í Føroyum, hóast talan einans er um stuðul til ein politikara. 

Í 2017, sum er tann seinasti roknskapurin hjá donsku flokkunum, sæst at føroysku fólkatingsumboðini fingu 1,654 milliónir krónur hvør í stuðli. Tað mesta av peninginum varð brúktur til starvsfólk. Meðan Sjúrður Skaale brúkti 1,143 milliónir krónir til lønarútreiðslur, brúkti Magni Arge 1,103 milliónir krónur. 

Les eisini: Hetta fáa fólkatingslimirnir í floksstuðli 

Arbeiðið, sum verður gjørt á Fólkatingi kann ikki brúkast til beinleiðis valstríð í Føroyum. Men arbeiðið, sum verður gjørt kan eisini verða brúkt til arbeiðið hjá somu flokkunum í Føroyum. Eitt nú varð avdúkað í KVF, at kanning, sum Sjúrður Skaale gjørdi um umhvørvið, eisini var grundarlag undir umhvørvispolitikkinum í Føroyum. 

Fólkatingsskrivstovan hevur eisini staðfest, at starvsfólkini gjarna mugu samstarva við móðurflokkarnir. 

Upphæddin í Føroyum nógv minni 
Flokkarnir í Føroyum fáa stuðul frá løgtinginum til politiska upplýsing. Stuðulin veðrur roknaður út frá, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir í Føroyum fáa. Tann stuðulin er nógv lægri, enn fólkatingsfólkini í Danmark hava at brúka til politiska upplýsing. Í 2017 fingu føroysku flokkarnir hetta í stuðli av føroysku fíggjarlógini: 

Fólkaflokkurin 841.320 

Sambandsflokkurin 835.488 

Javnaðarflokkurin 942.360 

Sjálvstýri 341.652 

Tjóðveldi 902.676 

Framsókn 439.140 

Miðflokkurin 390.020 

Afturat stuðlinum av løgtingsfíggjarlógini, hava flokkarnir, sum stilla upp til fólkatingið, eisini rætt til stuðul av donsku fíggjarlógini fyri hvørja atkvøðu, sum teir fáa á fólkatingsvalinum. Fyri at fáa stuðul skulu flokkarnir fáa 1000 atkvøður, og tað fingu einans Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi. 

Talan er um 33,00 kr. fyri hvørja atkvøðu í 2019. Men søkjast skal um stuðul fyri fólkatingsarbeiðið, og Tjóðveldi hevur ikki søkt um stuðul í hesari fólkatingssetuni. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder