Innanlands

Stórur fólkavøkstur í flestu kommununum

Størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum og í Eysturoyar sýslu

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-06-14 15:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 344 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 316. Síðan koma Vágaøkið við 76 fólkum og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 64 fólkum. Í Norðoyggjum er vøksturin við 55 fólkum væl minni enn í miðøkinum. Í Suðuroy er ein lítil vøkstur við 5 fólkum, og Sandoyar sýslu stendur í stað, skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu tølini fyri fólkavøksturin.

Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,8%, síðani í Vágaøkinum við 2,3%, í Tórshavnarøkinum við 1,8% og í Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,3% og minst av hesum í Norðoya sýslu við 0,9%. Í Suðuroy var vøksturin 5 fólk, svarandi til 0,1%. Í Sandoyar sýslu var ongin vøkstur.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein alsamt veksandi part av fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.682 fólk, ið er 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 293 fólk svarar til 37% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 19.856 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 344 fólk, svarandi til 40% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.159 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 55 fólk svarar bert til 6% av øllum fólkavøkstrinum.

[object Object]

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

[object Object]

Størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 371 fólkum, Runavíkar við 107, Klaksvíkar við 65, Eystur við 63 og Vága kommuna við 57. Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Runavíkar kommunu við 2,7%, nógv størri enn í Klaksvíkar kommunu við 1,3%.

Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu við 4,4%, Eiðis kommunu við 3,5%, Eystur kommunu við 3,0%, Runavíkar við 2,7%, Fuglafjarðar kommunu við 2,6% og Nes kommunu við 2,5%.

Í Vágum veksur Vága kommuna við 2,8% og Sørvágs kommuna við 1,6%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Hovs, Sands og Porkeris kommunum.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 30 fólkum (-2,2%) og 12 fólkum (-2,6%).

[object Object]

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum, óbroytt í einari og minking í 7. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

[object Object]

Minkar í nøkrum útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, ein lítil vøkstur í Suðuroy og óbroytt í Sandoy.

Í útoyggjum er minkað í Fugloy, í Kalsoy, í Hesti, í Skúvoy og í Mykinesi. Hinvegin er vøkstur í Nólsoy og í Svínoy.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder