Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at í desember vóru vit 51.312 fólk í Føroyum. Hagtølini vísa eisini, at ferðin í fólkavøkstrinum tykist at vaksa heldur enn minka. Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Bæði í tali og lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við ávikavist 2,3 og 2,2%.
Í Tórshavnarøkinum búgva knappliga 20.000 fólk, ið er stívliga 38% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið á 451 fólk svarar til 50% av øllum fólkavøkstrinum.
Í Eysturoy búgva 11.500 fólk, ið er 22% av fólkatalinum. Men vøksturin her, ið var 250 fólk, svarar til 28% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Hinvegin búgva stívliga 6.150 fólk í Norðoyggjum, ið er 12% av fólkatalinum, og vøksturin her á 88 fólk svarar til 10% av øllum fólkavøkstrinum.
Í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin og í Vága sýslu svarar vøksturin umleið til miðalvøksturin fyri alt landið.
Bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er ein minking í fólkatalinum við einum hálvum prosenti.
Vøkstur norðanfjørðs og afturgongd sunnanfjørðs
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-9% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.
Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar, Eysturoyar og Vága kommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 513, Runavíkar við 90 og Klaksvíkar við 81. Síðani miðalstóru kommunurnar, Sunda við 54, Nes við 50, Sjóvar við 35, Sørvágs við 29, Eystur við 28 og Vága kommuna við 26 fólkum.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Eiðis og Sumbiar kommunum.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 24 fólkum, og Húsavíkar, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við 6 fólkum.
Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10.
Oyggjarnar: minking í flestu útoyggjum og sunnanfjørðs
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.
Av útoyggjum er ein stórur vøkstur í Nólsoy (+11) og Skúvoy við einum fólki, óbroytt í Fugloy, Stóru Dímun og Koltri, meðan tað minkar í Kalsoy (-6), Hestoy (-5), Mykines og Svínoy (-2 hvør).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald