2019-02-09 19:30
Um 15-tíðina seinnapartin varnaðust fólk, at ein stórur steinur lá á vegnum til Funnings.
Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um hetta, og boðaðu tey Landsverk frá beinanvegin.
- Tað er allarhelst eitt petti av grót, sum er rullað oman á vegin, men tað hevur ikki órógvað ferðsluna serliga nógv, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Landsverk ávaraði fyrr í vikuni bilførarar um at ansa sær fyri hálku og áarlop, tá kavin byrjaði at tiðna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald