Tvey nýggj partafeløg eru í stovnað í sambandi við nýggja hotellið, sum Atlantic Airways byggir á Staravegi í Havn.
Annað er P/F Hotel Atlantic, sum hevur til endamál at reka hotelvirksemi og annaða virksemi í hesum sambandi. Nevndarformaður er tann sami sum í Atlantic Airways, Niels Mortensen. Umframt hann eru Marius Davidsen, Fróði Magnussen og Jóhanna á Bergi.
Jóhanna á Bergi er stjóri í felagnum. Partaeningurin er 25 milliónir krónur.
P/F Ognarfelagið matr.nr 1332e er eisini stovnað. Stovnarar eru P/F Tryggingarfelagið Lív, P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag og P/F Hotel Atlantic.
Nevndarformaður er Jan Jakobsen, sum er stjóri í Lív, og stjóri í ognarfelagnum og nevndarlimur er Niels Mortensen. Hinir nevndini eru umframt teir báðar omanfyri nevndu, Fróði Magnussen og Arnfinnur Gudjónsson. Partapeningurin er 8 milliónir krónur.
Hotel Atlantic skal standa liðugt í apríl/mai mánað í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald