Stigtakararnir til “Framtakið fyri rættinum at velja kannabis” handaðu seinnapartin 820 undirskriftir til Heilsu- og innlendismálaráðið. Nú manglar bara endaliga góðkenningin.
Samstundis avdúkaði flokkurin eitt nýtt valevni. Hjalmar Zachariassen, sum til í gjár hevði ætlanir at stilla upp við egnum flokki, Føroyaflokkinum, stillar upp fyri “Framtakið at velja kannabis”.
Valskráin hjá kannabisflokkinum fer eftir ætlan ikki at innihalda nógv annað enn at sjúklingar skulu sleppa at nýta kannabis, og fer ikki at hava nakra ætlan um onnur mál. Tað kunnu valevnini hjá flokkinum tó hava.
- Orsøkin til at eg kann fara upp í kannabisflokkin er, at eg framvegis kann arbeiða fyri øllum teimum somu málunum, sum áðrenn, sigur Hjalmar Zachariassen við Portalin.
- Eisini passar kannabis við hugsjónina, at man gevur einstaklinginum so nógv frælsi sum møguligt, so leingi tað ikki gongur út yvir nakran annan, sigur hann.
Hjalmar Zachariassen sigur at hann hevur prátað við fleiri fólk, sum dragast við pínu av ymsum sjúkum, og at hann fegin vil hjálpa teimum.
- Bara at fara í gongd við sakina og hugsa um tey fólkini, tað ger vert stríðið.
Teir hava spurt meg nakrar ferðir um eg ikki kundi stilla upp fyri teir, og tí kastaði eg handklæði í ringin við Føroyaflokkinum. Eisini tí at eg ikki hevði so stórt netverk til tað, sigur Hjalmar Zachariassen, sum ikki metir seg hava svikið nakran við at stilla upp fyri kannabisflokkin.
Nýggja valevni, sum er úr Hvannasundi, og seinastu árini hevur verið nógv frammi um nýggjar tunlar norður um fjall, sigur at hann framvegis fer at arbeiða fyri nýggjum tunlum norður um fjall.
Um hann sleppur inn, dugir hann ikki at meta um, sigur hann lítilátin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald