Uttanlands

Stovnarin av Telegram handtikin í Fraklandi

39 ára gamli Pavel Durov varð handtikin, tá hann lendi á Le Bourget-floghavnini norðanfyri París í gjárkvøldið

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-08-25 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski íverksetarin Pavel Durov, sum stovnaði boðtænastuna Telegram, varð í gjár handtikin á Le Bourget-floghavnini norðanfyri franska høvuðsstaðin París.

Tað vátta ónevndar keldur fyri fleiri miðlum.

Telegram, sum verður mett at vera ein av heimsins størstu sosialu miðlum aftaná miðlum sum Facebook, YouTube, WhatsApp, Instagram, TikTok og WeChat, verður serliga brúkt í Russlandi, Ukraina og fyrrverandi Sovjetlondum. Málið hjá Telegram er at hava eina milliard brúkarar næsta ár.

Durov kom til Le Bourget í egnum privatflogfari beinleiðis úr Aserbajdsjan, og varð hann handtikin klokkan umleið 19 í gjárkvøldið okkara tíð.

Illgruni er um, at boðtænastan vegna væntandi eftirlit er samsek í málum um m.a. svik og sølu av rúsevnum, tí samskiftið um ólógligt virksemi ikki verður steðgað, skrivar Ritzau.

39 ára gamli Durov, sum hevur verið franskur ríkisborgari síðan 2021, hevur sambært Forbes ognir fyri yvir 15 milliardir dollarar, sum svarar til góðar 100 milliardir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder