2026-05-10 11:10
Hóast fleiri veitslur vóru í gjárkvøldið, so hevur løgreglan ikki havt stórvegis trupulleikar av fullum fólki í býarlívinum, og heldur ikki av øðrum.
Tað einasta, sum er skrivað í nátt, er eitt brot á skilhaldsreglurnar, tá ein persónur stoytti ein drykk á ein annan persón. Hetta fær viðkomandi eina bót fyri.
Umframt tað hevur løgreglan koyrt onkran til hús - onkran sum ikki var førur fyri at taka sær av sær sjálvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald