2018-10-22 15:54
Fyri veður hevur Strandferðslan avgjørt at avlýsa tvær leiðir.
Leið 60 siglir ikki seinastu túrarnar í kvøld. Hetta merkir, at seinasti túrurin hjá Teistanum úr Skopun er klokkan 20:40, meðan seinasti túrurin av Gomlurætt er klokkan 21:20.
Bussleið 701, sum koyrir millum Fámjin og Sandvík umvegis Tvøroyri er givin at koyra fyri í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald