- Strandferðslan bleiv ikki trýst av Samferðslumálaráðnum til hvørki at seta Jósup inn á Hestleiðina ella til at keypa Alpha Pilot til somu leið. Hinvegin er hetta ein roynd at bøta um støðuna, har ið Hestfólk herfyri mistu ein morguntúr, tí at so stórt trýst er á Teistanum í Sandoysiglingini.
Soleiðis skrivar Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, eftir at Kringvarpið í morgun vildi verða við, at Strandferðslan lat seg trýsta til at keypa Alpha Pilot at seta inn á Hestleiðina.
Hilmar Eliasen sigur, at tað er hinvegin rætt, at Strandferðslan frá Samferðslumálaráðnum fekk ein fyrispurning ella áheitan um at gera eitt upplegg til, um Jósup kundi gera eina roynd at sigla ímillum Hest og Gomlurætt.
Stjórin skrivar, at upprunin til málið er, at Teistin, sum hvønn morgun byrjar sína sigling úr Skopun, skuldi inn í Hest á veg inn til Gomlurætt. Hetta tók lutfalsliga nógva tíð, og tí komu sera nógvir fyrispurningar og áheitanir frá Sandoyingum um at sigla beinleiðis úr Skopun til Gomlurætt. Hetta varð loyst við at seta Jósup inn og seinni at keypa Alpha Pilot, tí at Jósup skuldi á dokk at gera seg kláran til siglingina til Mykinesar.
Hilmar Eliasen vísir á, at hetta er ein líka bílig loysn sum at leiga, og at hást Alpha Pilot ikki er serliga væl egnaður til at røkja siglingarleiðina út í Hest, so er hann egnaður.
Les alla viðmerkingina hjá Hilmari Eliasen her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald