2023-02-06 17:43

Í dag vórðu tveir túrar hjá Smyrli avlýstir vegna veður, og í morgin, týsdagin verða aftur broytingar á suðuroyarleiðini.
Strandferðslan boðar frá, at Smyril siglir tveir túrar í morgin. Smyril siglir fyrsta túrin av Krambatanga klokkan sjey sum vanligt, og fyrsti túrurin av Havnini er framskundaður til klokkan 11.
Mikumorgunin er framvegis ringt veður, og tí skal roknast við, at avlýsingar eisini verða á leið 7 mikumorgunin, sigur Strandferðslan. Nærri kunning um hetta verður týsdagin.
Strandferðslan hevur eisini boðað frá fleiri avlýsingum hjá bygdaleiðum í morgin. Meira kunning frá Strandferðsluni sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald