Tað er fitt av vindi í morgun, og Strandferðslan hevur boðað frá avlýsingum.
Fyribils verður eingin sigling á leið 60 sum er leiðin millum Skopun og Gomlarætt. Heldur ikki verður siglt út í Hest.
Á Nólsoyarleiðini eru fyrstu rúrararnir í morgun ikki sigldir, og seinni fyrrapartin kemur nýggj kunning.
Strandferðslan boðar frá, at tað á Suðuroyarleiðini eisini kann roknast við broytingum ella avlýsingum. Hetta tí, at tað veður boðað frá nógvum vindi um middagsleitið til seinnapartin.
Einasta avlýsingin á bygdaleiðum er leið 481, sum er millum Skálafjørð og Oyndarfjørð. Fyribils verður eingin koyring har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald