Innanlands

Strandferðslan: Hetta verður meldað til løgregluna

Strandferðslan heitir enn einaferð á ferðafólk um ikki at flyta brennievni í ólógligum íløtum, tá tey ferðast við Smyrli

Vegna áhaldandi royndir at flyta brennievni til akfør í ólógligum íløtum á farleiðini hjá Smyrli koma Strandfaraskip Landsins við serligum trygdarboðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vegna áhaldandi royndir at flyta brennievni til akfør í ólógligum íløtum á farleiðini hjá Smyrli koma Strandfaraskip Landsins við serligum trygdarboðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-03 08:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri góðari viku síðani ávaraði Strandferðslan um vandan við at taka dunkar við brennievni umborð á Smyril, men kortini eru framvegis fólk, sum royna at flyta brennievni á hendan hátt.

Seinastu tíðina hevur bara verið brennievni at fáa á støðunum hjá Effo í Suðuroynni, og tað hevur fingið nógv at leita sær til Suðuroyar at fylla á tangan og dunkarnar.

Les eisini: – Hetta er sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum

Strandferðslan hevur gjørt stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Og hava teir dunkar við brennievni í bilinum, verða teir avvístir.

Seinastu tíðina eru fleiri ferðafólk steðgað við brennievni í dunkum, men í gjár kom manningin á Smyrli fram á eitt ferðafólk, sum hevði bensin við sær í afturlatnum plastposum. Eftir hetta hevur Strandferðslan sent út eina nýggja ávaring.

Les eisini: Bunkraði bensin upp í plastposar

– Vegna vanda fyri eldi – og tí vegna vanda fyri trygdini hjá skipinum – verður staðiliga heitt á ferðafólk um ikki at flyta brennievni í ólógligum íløtum.

– Brennievni kann verða flutt í góðkendum íløtum, 5 litur ella minni – og sum útgangsstøði einans eitt ílat fyri bilin.

– Einhvør onnur roynd verður mett sum ein tilvitað roynd at bróta trygdina umborð á skipinum og verður tískil meldað til Løgregluna.

– Øll akfør, sum hava slíkt ólógligt góðs, verða sett til viks tann túrin, ið góðsið verður funnið og fáa haraftrat karantenu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder