
Nógvi kavin og vindurin - og harvið jarðroki - hevur órógva samferðsluna allan dagin. Tað hjálpir heldur ikki, at tað er hált, og fleiri vegir hava verið stongdir, og tað verða teir til einaferð í morgin.
Landsverk boðaði fyri løtu síðani frá, at man tekur sær av høvuðsvegunum til klokkan 19, og síðani verða maskinurnar settar fram til í morginárini klokkan fimm.
Les eisini: Fleiri bygdir avbyrgdar til í morgin
Tað er trupult at koma fram og at grava, og nógvir bilar hava staðið fastir ymsastaðni í landinum í dag. Bygdaleiðir hava sjálvandi verið ávirkaðar av hesum, og seint seinnapartin hevur Strandferðslan so hvørt boðað frá avlýsingum í øllum økjum av landinum vegna vánalig koyrilíkingi.
Sí fult yvirlit á ssl.fo
Koyrt verður ikki meira í kvøld, og spurningurin er so, hvussu tað fer at røkjast í morginárini.
Bussleiðirnar í Klaksvík, í Sundalagnum, í Eysturkommunu, umframt leið 5 hjá Tórshavnar kommunu, eru eisini givnar fyri í dag.
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald