Innanlands

Strandferðslan keypt Alpha Pilot til Hestleiðina

Strandferðslan hevur áður leigað Alpha Pilot til ymsar farleiðir

Mynd: SSL

Mynd: SSL

2019-03-07 13:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár skrivaði Strandferðslan undir keypssáttmála av ferðafólkabátinum Alpha Pilot. Alpha Pilot er keyptur til at sigla á Hestleiðini.

Strandferðslan hevur áður leigað Alpha Pilot til ymsar farleiðir.

Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, fegnast um, at bátur nú er settur burturav til farleiðina til Hest.

Alpha Pilot byrjar siglingina so skjótt klárgering av bátinum er liðug. Teistin fer framvegis at røkja farmatúrar til Hest, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder