Innanlands

Strandferðslan: Koyringin verður tikin uppaftur seinnapartin

Nú eftir døgurða fara allir bussar hjá Bygdaleiðum, ið ikki hava verið í leið fyrrapartin, undir koyring aftur

Kavi, vindur og annað hava tálmað koyringini hjá Strandferðsluni seinastu dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Kavi, vindur og annað hava tálmað koyringini hjá Strandferðsluni seinastu dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-19 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koyrilíkindini hava verið vánalig seinastu dagarnar, og fyrrapartin hava ymiskir trupulleikar verið á millum annað landsvegunum.

Les eisini: 
Skalvalop seta sín dám á
Ikki koyrandi til Eiðis í løtuni

Tað er framvegis ein avbjóðing á fleiri strekkjum, og millum annað áarlop kunnu gerast ein vansi, men vindurin minkar, og støðan verður allarhelst betri út á dagin.

Strandferðslan hevur í øllum førum nú kunnað um, at Bygdaleiðir koyra sum vanligt seinnapartin. Koyringin hevur fyrrapartin ligið still á øllum leiðum - fyriuttan í Suðuroynni - men eftir døgurða verður hon tikin uppaftur; leið 400 byrjar "longu" klokkan 11.55 við túri úr Klaksvík.

Sí yvirlit á ssl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder