Veðurforsøgnin sær ikki hugalig út, og tí boðar Strandferðslan frá, at roknast kann við avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum í morgin, sunnudagin 31. desember.
Fyri løtu síðani varð m.a. boðað frá, at eingin koyring verður á leiðunum 400, 410, 500, 504, og 506.
Smyril siglir í dag við broyttari ferðaætlan, og roknast kann við, at eingin sigling verður á Suðuroyarleiðini í morgin. Um siglt verður, verður bert siglt ein túrur av Krambatanga klokkan sjey og aftur av Havnini klokkan 16, og bygdaleiðir í Suðuroy koyra til og frá fráferð og komu hjá Smyrli, skrivar Strandferðslan.
Smyril hevur í dag siglt ein túr av Havnini og av Krambatanga, og seinasti túrur í dag verður av Havnini klokkan 18.
Les eisini: Veðurstovan: Sær ikki hugaligt út gamlaárskvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald