Innanlands

Strandferðslan undirskrivað sáttmála við Klaksvíkar kommunu

Frá 1. mai í ár verður túratalið hjá bussleiðini í Kalsoynni nærum tvífaldað

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

2019-03-30 16:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandfaraskip Landsins og Klaksvíkar kommuna hava seinasta árið arbeitt fram ímóti at skipa fyri enn betri busstænastu á Kalsoynni.

Í gjár undirskrivaðu Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, eina avtalu, ið Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari í SSL og Heri Mohr Hammer, býarverkfrøðingur í KK, hava arbeitt við seinasta árið.

Avtalan førir við sær, at tað verður møguligt hjá Strandfaraskip Landsins at økja ferðaætlanartímarnar á bussleið 506 millum Trøllanes og Syðradal við 1.153 tímum árliga. Í løtuni verður koyrt millum Trøllanes og Syðradal við 1.304 ferðaætlanartímum árliga.

Við sáttmálanum millum Strandfaraskip Landsins og Klaksvíkar kommunu, verður árliga ferðaætlanartímatalið økt til 2.457. Við hesum fær Kalsoyggin eina bussleið, ið nøktar allar verandi atløgur og fráferðir hjá Sam í Syðradali, umframt at kalsoyingar og onnur ferðandi til oynna fáa eina væl betri tænastu, hvat túratali, trygd og grønum rakstri viðvíkur í framtíðini.

Væntað verður, at vanliga akfarsferðslan á Kalsoynni verður munandi skerd við hesum átakinum.

Avtalan millum Strandfaraskip Landsins og Klaksvíkar kommunu fær virkna frá 1. mai í ár, skrivar Samferðslumálaráðið á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder