2023-05-26 19:09
Sambært veðurforsøgnunum kann roknast við broytingum ella avlýsingum á fleiri oyggjaleiðum hjá Strandferðsluni í morgin.
Strandferðslan sigur, at roknast kann við broytingum ella avlýsingum á Sandoyarleiðini og leiðini út í Hest. Eisini kann veðrið ávirka Nólsoyarleiðina.
Eisini verður boðað frá, at bilar ikki verða fluttir við Erlu Kongsdóttir um Nólsoyarfjørð fyrrapartin og seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald