Innanlands

Streymslit í Havn – vóna at finna brekið innan fyri ein hálvan tíma

Argir og partur av vesturbýnum liggja í streymloysi.

Vesturbýurin í morgun (Mynd: Ingi Samuelsen)

Vesturbýurin í morgun (Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-12-19 10:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan umleið 09.40 í morgun fór streymurin í einum rættiliga stórum parti av Havnini.

- Vit hava eitt brot á kaðalskipanini, men kunnu ikki beint nú siga, hvat tað er, frættist av høvuðsstøðini hjá Sev.

Streymurin er farin í vesturbýnum oman móti sjúkrahúsinum og so vestan fyri, herundir á Argnum.

- Vit rokna við at finna brekið um eina løtu, og at streymurin er aftur innan fyri ein hálvan tíma, sigur Eirikur Norðberg, vakthavandi hjá Sev.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder