Innanlands

Streymslit í Norðurøkinum

Illveðrið elvdi til streymslit í 18 minuttir

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-31 20:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Illveðrið hevur órógvað nógv í dag. Fleiri farleiðir hjá Strandferðsluni vórðu avlýstar, og løgreglan hevur eisini fingið fleiri fráboðanir um skaða orsakað av illveðrinum.

Stutt fyri klokkan 20 í kvøld fór streymurin eisini í Norðurøkinum.

Orsøkin var ein feilur á linjuni millum Hvannasund og Svínoy, verður sagt úr Sev.

Streymslitið vardi í 18 minuttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder