2019-02-20 09:09
Beint fyri klokkan 9 fór streymurin í einum stórum øki norðarlaga í Føroyum.
Av Sev-høvuðsborgini í Havn verður upplýst, at tey enn ikki hava funnið orsøkina til streymslitið.
Vit arbeiða í løtuni við at staðfesta, hvar brekið er, og fyrr enn vit hava funnið tað, kunnu vit ikki siga nakað um, hvussu long tíð tað gongur áðrenn streymurin verður aftur, verður upplýst hjá Sev.
Allar Norðoyggjar og ein partur av Skálafjørðinum liggja í streymloysi íløtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald