Mentan

Streymurin reyk í X Factor

Sendingin bleiv brotin av eina løtu, meðan tey fingu skil upp á ljósið í upptøkuhølunum í Brøndby.

Verturin Sofie Linde fekk áhoyrararnar at tendra lummalyktina á telefonini (Skíggjamynd: TV2 Play)

Verturin Sofie Linde fekk áhoyrararnar at tendra lummalyktina á telefonini (Skíggjamynd: TV2 Play)

2022-03-11 19:49 Author image
Sverri Egholm

Klokkan 20:05: Streymurin er afturkomin, og X Factor er í gongd aftur. Tina og Kári koma á pallin um eina lítla løtu. 

----

Enn hava føroysku Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá, sum enn bæði framvegis eru við í X Factor liveshows, ikki verið á palli í kvøld.

Men tað kann ganga ein løta áðrenn vit síggja nakað til tey. Tí fyri løtu síðani reyk streymurin - ella ljósið - í stóru høllini í Brøndby, har X Factor verður tikið upp.

- Hetta er beinleiðis, tá tað er allar ringast, segði dámligi verturin, sum altíð er klár við einari viðmerking.

Ein steðgur er í, til trupulleikarnir eru loystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder