Innanlands

Streymurin fór í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og Saksun

Allar bygdirnar hava nú fingið streymin aftur

SEV (Savnsmynd)

SEV (Savnsmynd)

2019-05-11 19:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna brek á háspenningslinjuni fór streymurin í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og Saksun.

Hesum boðar SEV frá í kvøld.

Arbeitt verður við at rætta brekið.

Døgføring 19.46: Hósvík, Hvalvík og Streymnes hava nú fingið streymin aftur, men arbeitt verður enn við at fáa streymin til Saksunardalin aftur, skrivar SEV.

Hetta fer væntandi at taka hálvanannan til tveir tímar.

Dagføring 20.38: Brekið á saksunarlinjuni er nú rættað, og sostatt hava allar bygdirnar nú fingið streymin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder