Tórshavnar býráð hevur sett sær fyri at draga til høvuðsstaðin stór altjóða tiltøk. Og í gjár samtykti mentanarnevnd Tórshavnar býráðs at fylgja hesi stevnu og stuðla tveimum altjóða ítróttarkappingum. Báðar kappingar verða skipaðar í Havn.
Nevndin hevur stuðlað eini EM-kapping í flogbólti fyri A-landslið hjá monnum. Veittar er 100.000 kr. í stuðli til hesa kapping. Kappingin verður frá 12.-16. mai. Hetta er fyrstu ferð, at ein EM-kapping í flogbólti fyri A-landslið hjá monnum verður í Føroyum. Talan er um eina kapping fyri smátjóðir.
Hin stuðulin er veittur til eina kapping í nevaleiki, har kend nøvn fara at handa heiðursmerki. Kappingin í nevaleiki hevur fingið 25.000 kr. í stuðli. Stevnan í nevaleiki verður í Høllini á Hálsi 25. mai 2019.
Umframt at hesin stuðlin er við til at menna hesar ítróttargreinar, so styðjar stuðulin eisini undir ferðavinnuætlanina hjá Tórshavnar kommunu, ið skal fáa fleiri gestir hendavegin, skrivar kommunan.
Stuðulin til hesar báðar altjóða kappingarnar er liður í arbeiðinum hjá býráðnum at gera Havnina til ein bý við fleiri altjóða ráðstevnum, mentanartiltøkum og ítróttarkappingum.
Innanlands
Stuðla tveimum altjóða kappingum í Havn
Tórshavnar kommunan letur 125.000 kr. í stuðul til flogbóltskapping og kapping í nevaleiki
Mynd: Sverri Egholm
2019-02-28 07:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald