Innanlands

Studni vanvirðir vegleiðarayrkið

Tað kemur dátt við hjá Vegleiðarafelagnum at nýggi útbúgvingarvegleiðarin í Studna ikki er vegleiðari

(Mynd: Studni)

(Mynd: Studni)

2019-01-01 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vegleiðarafelag Føroya, fyrrverandi Lestrarvegleiðarafelagið, mótmælir nú, at nýggi útbúgvingarvegleiðarin fyri Studna verður ein kandidatur í fyrisiting og ikki ein, sum hevur nomið sær útbúgving sum vegleiðari.

Í einum drúgvum skrivi vísir felagið á skeivleikan, ið tey meta er gjørdur, nú starvið sum leiðari fyri Altjóða Skrivstovuni, ASK, verður lagt í eitt nýtt starv sum útbúgvingarvegleiðari undir Studna.

”Nevndin í VF metir ikki, at nakað er galið við sjálvari útbúgvingini cand.scient.adm. ella umsøkjaranum í sjálvum sær, tí hetta er ein fín útbúgving at hava, um tú ynskir at starvast innan fyrisiting, politik, leiðslu við meira. Tað, sum er galið er, at Studni velur at seta ein við hesari útbúgving og lítlum og ongum royndum í eitt starv, sum krevur ... førleikar og royndir innan vegleiðing. Hetta merkir, at orkan, sum er farin til at menna virksemið í ASK, fer fyri skeyti, og at byrjast má av nýggjum. Hetta merkir eisini, at pengarnir, sum fylgja við starvinum, eru burturspiltir.

Avgerðin hjá Studna er óskiljandi, serliga tá havt verður í huga, at 29 umsóknir vóru til starvið, og at í minsta lagi tveir av hesum umsøkjarum bæði hava staðið kandidat innan undirvísing og Master í vegleiðing”, skrivar felagið og leggur afturat:

”Við setanini vanvirðir Studni ikki einans vegleiðarayrkið, men eisini borgarar, sum hereftir ynskja at søkja sær vegleiðing.”

Nevndin í Vegleiðarafelag Føroya vil ikki góðtaka starvssetanina og mælir til, at setanin verður tikin aftur, og at annar umsøkjari við hóskandi førleikum verður settur í starvið. 

Lesarin: Ungur kandidatur í fyrisiting (cand.scient.adm) settur í einasta fulltíðarstarv sum útbúgvingarvegleiðari í Føroyum 

(broytt kl. 11.41)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder