Innanlands

Stuðul til at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

Uttanríkis- og vinnumálaráðið lýsir nú eftir umsóknum um stuðul til at økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu – 750.000 krónur eru játtaðar, og freistin at søja er 22. august

Tíbetur er áhugin fyri stuttfluttum og heilsugóðum mati vaksandi, og hesum góða rákinum vilja vit skunda undir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tíbetur er áhugin fyri stuttfluttum og heilsugóðum mati vaksandi, og hesum góða rákinum vilja vit skunda undir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-03 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttanríkis- og vinnumálaráðið lýsir nú eftir umsóknum um stuðul til at økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum sigur í tíðindaskrivi, vit hava tørv á matmenning.

– Seinastu mongu árini hava vit flutt okkum alt meira frá tí siðbundna og staðbundna matinum. Tíbetur er áhugin fyri stuttfluttum og heilsugóðum mati nú vaksandi, og hesum góða rákinum vilja vit við hesari stuðulsskipanini skunda undir. Tí vóni eg, at tað koma nógvar og ymiskar umsóknir um matverkætlanir í samstarvi við føroyskar veitarar, sigur hann.

Í fíggjarlógini eru játtaðar 750.000 krónur til at fremja royndarverkætlanir, sum kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Verkætlanirnar skulu hava til endamáls at upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing. Eitt nú kunnu dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum. Málið er, at í minsta lagi tríggjar verkætlanir, og helst fleiri, verða framdar. Einki minsta mark er fyri stødd á verkætlanum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Freistin at søkja um stuðul er 22. august 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder