Formaðurin hjá Fólkaflokkurin sær alt meira út til at vera tann, sum gerst løgmaður eftir komandi løgtingsval.
Stendur tað til veljaran so eru tað nú 36,4 prosent av føroyingum, sum peika á Beinir Johannesen, tá spurningurin ljóðar: “Hvør heldur tú skal vera løgmaður eftir næsta Løgtingsval?”
Tað vísir veljarakanningin, sum Portalurin og FM1 lótu gera í vikuni.
Formaður Fólkafloksins hevur leingið ligið ovast, tá spurt hevur verið eftir hvønn fólk ynskja skal standa á odda fyri landsstýrinum. Hann hevur ligið nógv fremst í hvussu so er síðan á heystið 2024.
Undirtøkan hevur tó ongantíð verið so høg sum nú.
Onki óvanligt er tó í talinum 36,4 prosent.
Tí undan seinasta løgtingsvali vóru tað eisini nógv tann størsti partur av teimum spurdu, sum peikaðu á mannin, sum nú situr í løgmanssessinum – pápabeiggjan, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. Beint undan valinum í desember 2022 vóru tað yvir 40 prosent, sum peikaðu á Aksel sum løgmann.
Men tá var Beinir ikki vorðin formaður fyri Fólkaflokkin, og síðan er undirtøkan fyri honum støðugt vaksin og undirtøkan fyri pápabeiggjanum, sitandi løgmanni, støðugt minkað.
Sigast skal: Tað er ikki fólkið, sum velur løgmann. Fólki velur 33 umboð í Løgtingið, og so er tað løgtingið, sum avgerð, hvør skal standa á odda fyri landsstýrinum
Í dag eru tað einans 12,1 prosent av veljarunum, sum ynskja Aksel V. Johannesen sum løgmann.
Tá vit seinast spurdu um løgmansevnini – tað var í november í fjør – vóru tað næstflest, sum peikaðu á Aksel V. Johannesen. Undirtøkan fyri undanfarna løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, var minkað rættiliga nógv.
Fjórðingurin peikar á Bárð
Men nú eru tað nógv fleiri, sum peika á formannin hjá Sambandsflokinum. Nú eru tað 25,5 prosent, ið vilja hava Bárð til løgmann, og hetta er næstan 10 posentstig fleiri enn fyri trimum mánaðum síðani. Helst er hetta tað mest óvæntaða úrslitið í hesi kanningini.
Fjórða evni at sita við borðendan í Tinganesi er forkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Stenberg. Men eins og tá Høgni Hoydal var formaður í Tjóðveldi, so eru tað ikki nógv, ið peika á Tjóðveldisfólk sum løgmansevni.’
Nú svaraðu 10,7 prosent Sirið Stenberg sum møgulig løgkvinna. Beint eftir, at Sirið hevði tikið sum forkvinna lá talið oman fyri 15 prosent, men er síðan minkað spakuliga og støðugt. Beint áðrenn Høgni Hoydal legði frá sær, vóru tað undir 7 prosent, sum peikaðu á hann.
![]()
Sirið størri undirtøka millum samgonguveljararnar
At fólk eru vorðin móð av Akseli V. Johannesen sum løgmanni sæst av, at tað ‘einans’ eru eru 69 prosent av núverandi javnaðarveljarunum, sum peika á hann. Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru tað til sammetingar 83 prosent, ið peika á egnan formann sum løgmann.
Men óvanliga lítla undirtøkan fyri Akseli sum løgmanni sæst allarbest av, tá hugt verður eftir, hvat veljararnir hjá teimum trimum samgonguflokkunum tilsamans siga.
Her sæst, at tað eru fleiri, sum peika á Sirið Stenberg enn á Akssel V. Johanesen – ávikavist 34 og 33 prosent, meðan 20 prosent siga ‘onkur annar’ (enn tey sitandi floksforfólkini).
Altso – einans triði hvør av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn tilsamans, er nøgdur við Aksel V. Johannesen og vil hava hann at halda fram eftir komandi løgtingsval.
Hyggja vit eftir, hvat veljararnir hjá núverandi andstøðuni siga, so peika 58 prosent á Beinir Johannesen o 34 prosent á Bárð á Steig Nielsen.
Vágar og Norðstreymoy bróta frá
Tað er eisini áhugavert at hyggja at hvat tey svara í teimym ymsu økjunum í Føroyum. Beinir hevur størst undirtøku í so at siga øllum økjunum í økjunum. Størst er undirtøkan (heima) í Norðoyggjum, har næstan 2 av 3 veljarum (65 prosent) siga at Beinir Johannesen skal vera Føroya næsti løgmaður.
Einans í økinum Norðurstreymoy/Vágar hevur Beinir ikki størst undirtøku. Her peika 44 prosent á vestmenningin Bárð á Steig Nielsen, meðan 23 prosent peika á Beinir.
Undirtøkan fyri Akseli V. Johannessen er frægast í høvuðsstaðnum og í Eysturoy, har ávikavist 13 og 14 prosent peika á sitandi løgmann. Í Norðoyggjum, er undirtøkan einans 10 prosent.
Forkvinna Tjóðveldis hevur størst undirtøku í Sandoy/Suðuroy og í høvuðsstaðnum har undirtøkan fyri henni sum løgkvinnu er 15 prosent.
Fleiri menn enn kvinnur peika á Beinir
Verður hugt at kynsbýtinum, so sæst at undirtøkan fyri Beinir Johannesen er nógv størri millum mannfólk enn konufólk. Heili 42 prosent av monnunum peika á fólkafloksformannin, meðan 29 prosent av kvinnunum, peika á hann. Beinir er tó framvegis best umtóktur millum kvinnurnar, har 26 prosent peika á Bárð á Steig.
Beinir er eisini best umtóktur í øllum aldursbólkum uttan hjá teimum allar elstu borgarunum. Millum tey, sum eru oman fyri 60 ár eru tað ‘einans’ 26 prosent, sum peika á fólkafloksformannin, meðan sambandsformaðurin her er toppskorari við 34 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald