Innanlands

Stuttleikabátur mátti biðja um hjálp

Sverri sendur út at sleipa bátin

Sverri (Savnsmynd)

Sverri (Savnsmynd)

2019-05-21 07:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bjargingarbáturin Sverri fór fyri løtu síðani út at hjálpa einum írskum stuttleikabáti, sum helst verður sleipaður inn á Miðvág.

Tað var umhálvgun seks tíðina í morgun, at báturin sendi boð um, at hann ikki hevði meira brennievni eftir, og tí ikki fekk siglt víðari.

MRCC hevur nú sent Sverra út at hjálpa bátinum og sleipa hann til lands. Báturin var staddur 18 fjórðingar suður úr Vágum, upplýsir MRCC.

Fimm fólk eru við írska stuttleikabátinum, og ongin vandi á ferð, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder