Seinnapartin í gjár fekk MRCC boð um, at ein stuttleikabátur var uppsteðgaður í Hestfirði og hevði tørv á hjálp.
– Báturin var við at reka á land og rópti Mayday á VHF kanal 16. Brimil, ið var staddur í Hestfirði, sendi Nósa til hjálpar og Rescue Lív bleiv eisini tilkallað, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
– Tá Nósi kom til bátin, høvdu teir fingið varpið út, og tað helt. Nósi setti fast og sleipaði bátin út frá landi. Tá ið Rescue Lív kom á staðið, tóku teir yvir og sleipaðu bátin til Havnar.
Hetta var beint fyri klokkan hálvgun fýra í gjár, og tók sleipið ein tíma og 45 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald