2018-06-27 20:11
Effostøðin í Kollfjarðardali fekk í gjár stuttliga vitjan. Ein ær og eitt lamb vórðu komin inn um ein túr uttan at nakar legði til merki.
Tað skrivar local.fo, sum skrivar føroysk tíðindi á enskum.
Hetta er tíðin tá nógv ferðafólk eru í Føroyum, og óivað hevur hetta verið ein stuttlig uppliving, at síggja seyð inni í einum handli, og tíð var eisini til at taka eina mynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald