Mentanarvikan í Runavíkar komnmunu heldur á fram at bróta upp úr nýggjum. Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum 25. apríl til 2. mai 2021, verður skipað fyri stuttsøgukapping. Vinnandi stuttsøgurnar verða kunngjørdar í Mentanarvikuni.
Kappast verður í tveimum bólkum: stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum, og stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum. Og tað eru ikki hissini vinningar, sum verða latnir. Vinnandi rithøvundurin í hvørjum bólki fær 8.000 kr. í virðisløn.
Fyri at luttaka skulu stuttsøguhandrit, sum eru í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð), latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin [email protected] áðrenn 2. apríl kl. 18.
Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á verða tvey tiltøk fyriskipað í tilgongdini fram móti innlating av handritunum.
Sunnudagin 21. februar kl. 15 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin við Rakel Helmsdal og Marjun Syderbø Kjelnæs. Tær geva góð ráð um, hvussu tú kemur í gongd, og síðani skrivar eina góða stuttsøgu.
7. mars kl. 14-17 verður skriviskeið við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin.
Fyriskipararnir ynskja við kappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving, og vónin er, at nógvar nýggjar føroyskar stuttsøgur verða tøkar eftir mentanarvikuna 2021.
Luttøkan, kveikingardagurin og skriviskeiðið eru ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald