Innanlands

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hækkar stuðulin til velting

Stuðulin verður hækkaður úr 10 kr/m² til 12 kr./m² ella 15 kr./m², alt eftir hvør loysn verður vald viðvíkjandi veitum

Skrivsstovan hjá Búnaðargrunninum

Skrivsstovan hjá Búnaðargrunninum

2018-12-20 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur avgjørt at hækka stuðulin til velting.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at úr teimum verandi 10 kr./m² verður stuðulin hækkaður til ávikavist 12 kr./m² ella 15 kr./m², alt eftir hvør loysn verður vald viðvíkjandi veitum.  Hetta skal skiljast soleiðis, at har velt verður við opnum veitum verður stuðulin 12 kr. fyri hvønn fermetur av lidnum bøi.  Um hinvegin verður velt við afturlatnum veitum verða latnar 15 kr./m² í stuðli.

Í báðum førum er galdandi, at stuðulin til vegir í hesum sambandi framhaldandi verður 300 kr./m.  Hetta er tó galdandi við teirri fyritreyt, at tilfarið til vegirnar fæst úr velta lendinum.  Um tørvur er á at útvega tilfar afturat kann stuðulin tó hækka til í mesta lagi 500 kr./m.

Somuleiðis varð avgjørt at seta eitt veltitoymi at hava eftirlit við veltingini, soleiðis at til ber at góðskutryggja arbeiðið so væl sum gjørligt.

Búnaðargrunnurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder