Stovnar, skúlar og feløg í Føroyum og Grønlandi hava nú møguleika at søkja um stuðul til verkætlanir, sum menna nýggj samstørv við samstarvsfelagar í sunnasta partinum av Danmark, Suðurjútlandi (Sønderjylland).
Tað er grunnurin BHJ-fonden, sum nú hevur sett av eina játtan á eina millión krónur av til átakið ‘Møder i Rigsfællesskabet’ við endamálinum at fáa fólk at hittast, samstarva og deila royndir tvørtur um landamørkini í ríkisfelagsskapinum. Grunnurin ynskir at stuðla verkætlanum, sum skapa beinleiðis sambond millum fólk og felagsskapir í Grønlandi, Føroyum og í Suðurjútlandi.
Milliónin, ið er sett av til hesa ætlanina væntast at verða býtt út átvær til tíggju verkætlanir, alt eftir hvussu nógvar umsóknir koma inn, skrivar grunnurin í tíðindaskrivi.
Formaðurin í BHJ-grunninum, Peer Damgaard, vónar, at pengarnir kunnu vera við til at skapa nýggj sambond í ríkisfelagsskapinum:
- Tað snýr seg í stóran mun um relasjónir millum fólk. Við hesi puljuni vóna vit at kunna stuðla átøkum, har fólk í Grønlandi, Føroyum og Suðurjútlandi hittast fyri at læra hvønn annan at kenna og samstarva tvørtur um landafrøði og mentanir. Okkara vón er, at verkætlanirnar, ið verða settar í gongd, kunnu vera við til at skapa varðandi sambond og samstørv millum partarnar.
Felagsskapir, skúlar, útbúgvingarstovnar, mentanarstovnar og aðrir almennir felagsskapir heimahoyrandi í Grønlandi, Føroyum og Suðurjútlandi kunnu søkja úr grunninum.
Verkætlanirnar skulu hava eitt greitt endamál og vísa á ítøkiligt virksemi, ið kann stimbra sambandið og samstarvið millum fólkini í hesum pørtum av ríkisfelagsskapinum.
Tað kann eitt nú vera samstørv millum skúlar og útbúgvingarstovnar, skifti millum felagsskapir og frítíðarítriv, lista- og mentanarverkætlanir ella átøk, har royndir við náttúru, ferðafólkavinnu, handverki ella lokalum siðaarvi verða deildar.
BHJ-fonden vil við hesum átaki vera við til at styrkja viðurskiftini millum hesar partarnar av ríkinum. Grunnurin vónar serliga at verkætlanir og felagsskapir í Grønlandi í Føroyum vilja nýta møguleikan fyri at skapa samstarv við vinnu- og felagslív í Suðurjútlandi.
Átakið skal eisini síggjast sum eitt ynski úr Suðurjútlandi fyri at fáa meira vitan um tað, sum fer fram í teimum norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum.
Freistin at søkja pengar út grunninum er 31. august
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald