Uttanlands

Suðurkorea: 11,5 centimetrar av avfalli uppá ein tíma

Í minsta lagi ein persónur hevur latið lív orsakað av ógvusliga monsunregninum, sum hevur rakt Suðurkorea hesa vikuna

Gwangju, Suðurkorea (Mynd: EPA)

Gwangju, Suðurkorea (Mynd: EPA)

2025-07-17 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað hevur regnað av grimd í Suðurkorea hesa vikuna, og serliga ein býur hevur verið raktur av ógvusligum avfalli.

Í býnum Seosan í Chungcheong-landslutinum hava tey hósdagin skrásett 114,9 milimetrar av avfalli uppá ein tíma.

Tað er fyrstu ferð, síðan Suðurkorea byrjaði veðurskrásetingar sínar, at tað er skrásett so nógv avfall uppá ein tíma, skrivar Ritzau.

Fleiri íbúgvar í Chungcheong-landslutinum vórðu í morgun biðin um at fara úr økinum orsakað av vatnflóð, og skúlar og dagstovnar eru eisini stongdir.

Sambært Ritzau hevur í minsta lagi ein persónur latið lív orsakað av monsunregninum, sum hevur rakt fleiri øki í Suðurkorea.

Tað er ikki óvanligt, at Suðurkorea verður rakt av vatnflóð um summarið orsakað av monsunregninum. Í 2022 vórðu skrásett metstórar nøgdir av avfalli, og 11 fólk lótu lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder