Uttanlands

Suðurkorea: 1.500 norðurkoreansk herfólk farin til Russlands

Suðurkoreanska fregnartænastan NIS sigur, at tilsamans 12.000 norðurkoreansk herfólk verða send til Russlands

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2024-10-19 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkorea hevur sent herfólk til Russlands, siga fólk frá suðurkoreansku fregnartænastuni NIS eftir at hava sæð fylgisveinamyndir, sum skulu eitast at vísa norðurkoreansk herfólk í Russlandi.

Sagt verður, at Norðurkorea hevur sent eina hereind við 1.500 herfólkum til Vladivostok í eystara parti av Russlandi, og at ætlanin er at senda 12.000 herfólk at stuðla Russlandi í krígnum móti Ukraina.

Servand herfólk eru í tíðarskeiðnum 8. til 13. oktober flutt til Russlands við einum russiskum skipi, og hetta er prógv um, at norðurkoreanski herurin er farin uppí kríggið, verður sagt sambært Ritzau.

Sambært NIS fara herfólkini at fáa venjing og síðani verða tey send á hermótið.

Amerikanska tankasmiðjan Study og War upplýsir eisini, at túsundatals fólk úr norðurkorea eru komin til Russlands, har tey fáa venjing.

Ukraina vil vera við, at norðurkoreansk herfólk longu hava verið á hermótinum. Sagt verður, at fleiri norðurkoreanarar lótu lív í einum álopi á Donetsk fyrr í hesum mánaðinum.

Á tíðindafundi í Brússel fríggjadagin segði Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, at hann Nato ikki kundi vátta tíðindini um, at norðurkoreansk herfólk stríðast fyri Russland.

Suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol, sigur, at hetta er ein álvarslig hóttan móti trygdini hjá bæði Suðurkorea og altjóða samfelagnum.

Norðurkorea hevur seinastu mánaðirnar styrkt samstarvið við Russland, og hevur landið eisini latið russum vápn og lóður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder