Uttanlands

Suðurkorea: Ógvusligt regn hevur kostað nógv mannalív

Í minsta lagi 19 fólk doyðu í morgin, og onnur eru saknaði. Ymsastaðni í Danmark regnar eisini ógvuliga, og tað er bólkað sum "ógvuliga vandamikið veður"

Savnsmynd: EPA

Savnsmynd: EPA

2025-07-22 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða miðlar skriva í morgun um ógvuliga ógvusligt regn í Suðurkorea. 

Hetta hevur higartil kravt "umleið 19 mannalív". Fyrr í morgun varð eisini boðað frá, at níggju framvegis eru saknaði.

Forsetin, Lee Jae Myung, hevur heitt á myndugleikar um "ikki at spara nakað" í royndini at finna fólk.

Tað hevur regnað nógv seinastu dagarnar ymsastaðni í Suðurkorea. Sambært innanríkis- og trygdarmálaráðnum í landinum, hava yvir 2.500 fólk verið noydd at flýggja frá veðrinum.

Stúrnir danskir myndugleikar

Í Danmark er enn einki komið fram um, at nakar er deyður vegna nógva regnið har.

Tað regnar ógvusliga í fleiri pørtum av landinum, og DMI er á triðja stigi í ávaring, sum er tað hægsta slíka stigið:

- "Meget farligt vejr"

Tá tað er "ógvuliga vandamkið", so merkir tað, at tað er ógvuliga umráðandi, at borgarar og samfelagstænastur verða ávirkaðir. Tað er týðandi, at ráð hjá myndugleikum verða fylgd.

Tað er óvanliga nógv regn, og millum annað er ferðin um Stórabæltsbrúnna nú sett niður til í mesta lagi 80 km/t.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder