
Í dag skulu suðurkoreanarar velja nýggjan forseta fyri Yoon Suk-yeol, sum varð endaliga koyrdur frá í apríl.
Valstøðini lótu upp klokkan seks týsmorgunin - klokkan 22 í gjárkvøldið okkara tíð - og verða tey opin fram til klokkan átta um kvøldið.
Valnevndin í Suðurkorea upplýsir, at ein triðingur av skrásettu veljarunum í landinum longu høvdu greitt atkvøðu, áðrenn valstøðini lótu upp, skrivar Ritzau.
Sambært veljarakanningum er tað liberala forsetavalevnið, Lee Jae-myung favorittur. Í seinastu veljarakanningini frá Gallup fekk Lee 49 prosent av atkvøðunum, sum er munandi meira enn Kim Moon-soo, valevnið hjá konservativa PPP, sum er flokkurin hjá frákoyrda forsetanum Yoon Suk-yeol.
Lee stillaði eisini upp á forsetavalinum í 2022 móti Yoon Suk-yeol.
Í apríl tók ein suðurkoreanskur stýrisskipanardómstólur avgerð um at koyra Yoon frá sum forseta orsakað av hernaðarligu undantaksstøðuni, sum hann lýsti í desember í fjør. Síðan Yoon Suk-yeol varð sendur til hús, hava verið fleiri virkandi forsetar í landinum. Lee Ju-ho, ráðharri í undirvísingarmálum og varaforsætisráðharri, hevur verið virkandi forseti síðan 2. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald