Innanlands

Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

Renturnar lækka við 0,20 prosentstigum, og broytingarnar koma í gildi 22. oktober

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-23 15:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

13. september 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25 prosentstigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.

Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 prosentstigum.
• Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 22. oktober 2024. Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Suðuroyar Sparikassi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder