Innanlands

Suðuroyartunnilin fer at kosta 3 milliardir

Sambært álitinum um Suðuroyartunnilin eru fleiri fyrimunir fyri alt samfelagið við Suðuroyartunnlinum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-06-14 14:38 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Fleiri týðandi samfelagsligir fyrimunir eru við einum Suðuroyartunli, fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, men eisini fyri alt landið, tí møguleikar verða at heildarhugsa vælferðartænastur og marknaðir fyri bæði vørur og tænastur. 

Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum í dag handaði Heðini Mortensen álit um Suðuroyartunnil. Arbeiðsbólkurin skuldi vísa á fyrimunir og vansar við tunnlinum, men hevur eisini gjørt kostnaðarmeting av verkætlanini. 

Tunnilin verður 22,5 km. langur og fer at kosta góðar 3 milliardir í dagsins peningi. Tað er longri enn bæði sandoyar- og eysturoyartunnilin til samans. Arbeiðsbólkurin skrivar eisini, at fleiri trygdarátøk enn vanligt skulu helst setast í verk, tá tunnilin er so langur. 

Samferðslumálaráðið skrivar á heimasíðu síni, at landsstýrismaðurin skal taka støðu til, hvat skal gerast við málið nú. 

Álitið kann lesast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder