2025-05-19 15:49
Løgtingið hevur júst endað tingárið, og løgtingslimirnir hava sungið "Boðar tú til allat tjóðir" og ynskt hvørjum øðrum eitt gott summar.
Málið og heldur ikki broytingaruppskotini, sum vóru komin inn til triðju viðgerð komu ongantíð til atkvøðugreiðslu.
Tí tingið samtykti við smølum meiriluta at koyra málið aftur í fíggjarnevndina.
Tað var Sólvit Nolsøe úr Framsókn, sum legði uppskot fram um at koyra málið aftur í nevnd.
17 atkvøddu fyri og 15 ímóti, og sostatt varð avgjørt at fíggjarnevndin skuldi arbeiða víðari við málinum.
Meira um hetta seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald