Innanlands

Suðuroyartunnilin lagdur fyri tingið: Hann verður úr Djúpadali

Uppskotið sum løgmaður bar í Løgtingið fyri nøkrum døgum síðan er nú lagt fram

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-11 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður hevur lagt uppskot fyri løgtingið um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyaetunlinum við tolhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Skotið verður upp at P/F Suðuroyartunnilin fyrireikar farleiðina úr Djúpadali til Sandvíkar.

Verður uppskotið samtykt skal P/F Suðuroyartunnilin fyrireikar, prosjektera og letur í útboð hesar verkætlanir:

1) Farleið frá verandi vegi í Traðardali, eysturum Sandsvatn við vegum og møguligum tunli undir Traðarhamri, til undirsjóvartunnilin í Djúpadali, við íbinding í verandi vegir til Skálavíkar og Skarvanes,

2) undirsjóvartunnil við koyribreyt suður og norður í sama bergholi frá Djúpadali til Sandvíkar, við atknýttum atkomutunli frá Suðuroyartunlinum til Skúvoyar,

3) veg millum undirsjóvartunnilin í Sandvík og nýggja Sandvíkartunnilin við íbinding í verandi veg í Sandvík,

4) tunnil úr Sandvík til Hvalbiar, og 5) veg millum nýggja Sandvíkartunnilin og landsvegin frá Hvalbiartunlinum.

Síggj lógaruppskotið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder