
Ongar skilagóðar grundgevingar frá fólki, sum talaðu ímóti ætlanini at leggja munnanar til komandi Suðuroyartunnilin í Sandvík í Suðuroy og Djúpadali í Sandoy, fingu ávirkan.
Tá uppskotið um Suðuroyartunnil í dag verður lagt fyri løgtingið, verður tað við somu linjuføring, sum tá løgmaður fyri tíð síðani legði fram ætlanina hjá landsstýrinum.
Eftir hamrinum í oman fyri 200 metra hædd
Hoyringstíðin og hoyringsfundir hava tó fingið eina ávísa ávirkan á verkætlanina.
Landsstýrið hevur slept ætlanini um at leiða ferðsluna úr Djúpadali og oman gjøgnum sandsbygd.
Ístaðin verður ein vegur gjørdur eftir Traðarhamri eystan fyri Sandsbygd. Altso ferðslan úr einum undirsjóvartunnli verður leidd upp í 200 metra hædd yvir sjóvarmálan, fyri at leiða hana til næsta undirsjóvartunnil.
Tað er framvegis ætlanin, at núverandi farleiðin gjøgnum Sandslíð skal breiðkast, so at henda leiðin framyvir kann brúkast í teimum førum, har tað ikki er koyrandi eftir Traðarhamri.
- Tað mest skilagóða uppskotið
- Hetta er tað mest skilagóða uppskotið, tá hugsað verður um trygd, serliga hjá teimum, sum skulu bora tunnilin, og um kostnað, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá uppskotið varð lagt fyri fjølmiðlar í Tinganesi fyrrapartin.
Í Suðuroy verður hildið fast um at lata tunnilin koma upp í Sandvík, fyri síðan at leiða ferðsluna gjøgnum enn ein tunnil til Hvalbiar og gera ein veg vestan fyri Hvalbiarbygd, dygst fram við Heygsvatni og yvir móti Nesi og nýggja Hvalbiartunnlinum.
Sambært løgmanni var tað breið undirtøka í bygdaráðnum í Hvalba fyri hesi loysnini. Tað vóru nakrar atfinningar viðvíkjandi til- og frákoyringum og atgongd til hagapartar, sum, sambært løgmanni, eru gingnar á møti í uppskotinum, sum nú fyriliggur.
4,2 milliardir krónur
Kostnaðurin fyri komandi Suðuroyartunnilin er mettur til 4,2 milliardir, harav kostnaðurin fyri sjálvan undirsjóvartunnilin er umleið 3,5 milliardir, og restin er íbindingarvegir o.a., herundir nýggi tunnilin millum Sandvík og Hvalba og vegurin fram við Traðarhamri í Sandoynni.
Uppskotið, sum nú verður lagt fyri tingið er umfatandi. Talan er um at geva Pf. Suðuroyartunnlinum heimild til at fara undir projekteringina og síðan at bjóða arbeiðið út. Hetta verður væntandi einaferð í komandi ári.
Løgmaður leggur dent á, at hetta er bert fyrsta góðkenningin av verkætlanini. Tá verkætlanin hevur verið í útboði, og veruligi kostnaðurin av arbeiðinum er kendur, skal løgtingið enn einaferð viðgera málið fyri at geva sítt endaliga samtykki til at fara undir at bora tunnilin.
Trygdin fram um alt
Løgmaður dugir væl at skilja, at tað ikki kann tykjast skilagott at velja stytstu leið, fyri síðan at velja loysnir, bæði á Sandoynni og í Suðuroynni, sum ikki virka skilagóðar í mun til onnur uppskot, sum eru komin, og sum bera við sær at undirsjóvartunnilin verður nakað longri.
Men landsstýrið hevur valt at lurta eftir serfrøðini. Ikki bara Pf. Suðuroyartunnlinum, men eisini aðrari serfrøði, sum hevur havt uppskotið til ummælis. Verandi loysnir eru valdar við atliti til 1 atliti til trygdina hjá fólkunum, sum skulu byggja tunnilin, 2 atliti til trygdina hjá fólkunum, sum skulu brúka tunnilin og 3 kostnaðinum, so hann verður møguligur at gjøgnumførast.
Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald